Tað var aftur fisk&kips á Sjómannadegnum í Klaksvík í ár, men hesaferð hevði JFK útbygt matarbúðina munandi, soleiðis at skilja, at bygdur er ein nýggjur bygningur, sum er sergjørdur til endmálið.
Og talið av porsjónum var sambært JFK yvir 7000 porsjónir, sum er nakað tað sama sum tað hevur verið undanfarin ár.
Ovara myndin er av kokkunum og niðara av starvsfólkunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo