Ferðafólkatalið byrjar nú aftur at líkjast tí, sum tað var áðrenn korona.
Ferðafólkatalið um Vága Floghavn er nú 95,8% av tí, sum tað var, áðrenn farsóttin rakti og legði alt samfelagið lamið.
406.453 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin í 2022, og hetta er tað næstmesta nakrantíð, skrivar Kringvarpið.
Í 2019, sum enn er metár, var ferðafólkatalið 424.281.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo