Bókin Dune kom út fyrstu ferð í 1965, men kortini so hittar sama søga nú 55 ár seinni á YouTube.
Ein av heilt stóru klassikarunum innan science fiction – søgan um oyðimarkarplanetina 'Dune' – hevur frumframsýning fyri jól í ár, og fyri fáum døgum síðani kom tann fyrsti forfilmurin á YouTube.
Forfilmurin hevur longu yvir 20 milliónir vísingar, og á teimum sosialu miðlunum eru fjeppar sansaleysir, skrivar DR.DK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo