Bumburnar falla tungt og skotini hvølla;
fólk líða, doyggja og flýggja;
vit ivast, at handla við tey,
sum kríggið hava byrja.
Landið verður hertikið og býir lagdir í oyði;
sjáldan verður spurt um navn á tí, sum doyði,
men heldur um tal av teim, sum fóru
og sum ongantíð aftur land upp bóru.
Fólkið hevur eina vón um hjálp úr neyðini;
fløvandi hendur fyrireika seg í tolni,
at veita manngott verk í grannalondum og her heima;
til flóttar úr Ukraina.
Tá ein tíð er fráliðin,
og kríggið vónandi at enda er komið;
venda fleiri aftur at byggja land,
við áræði, men eisini sorgtung lítandi eystur á Rusland.
Henrik Weihe Joensen
16. mars 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo