Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, hevur júst lagt síðstu hond á eina granskingarverkætlan, nevnd Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum (NLFF). Verkætlanin er stuðlað av Fólkaskúlagrunninum og Fróðskaparsetrinum.

Verkætlanin hugsavnaði seg um at kanna, hví tað eru munir á læraranna og skúlaleiðaranna uppfatan av, hvussu skúlaleiðararar útinna námsfrøðiliga leiðslu.

Verkætlanin staðfesti, at nakrir munir komast av, at lærararnir og skúlaleiðararnir tosa úr ymiskum positiónum, og nakrir munir komast av feilum í antin uppfatanini hjá lærarunum ella skúlaleiðarunum.

Óvæntandi var eisini staðfest, at tað vóru stórir munir á, hvussu ymsir lærarar á øllum trimum skúlunum uppfataðu námsfrøðiligu leiðsluna hjá teirra skúlaleiðara.

Tað vóru nakrir lærarar, ið tóku væl undir við skúlaleiðarans námsfrøðiligu leiðslu, meðan aðrir lærarar ikki tóku so væl undir við námsfrøðiligu leiðslu skúlaleiðarans.

Greiningin vísti, at orsøkin til, at nakrir lærarar ikki tóku undir við námsfrøðiligu leiðsluni er, skúlaleiðararnir hava eina veika relatión til hesar lærarar, og at hesir lærararnir uppfataðu sína undirvísing sum sítt privata øki.

Tað má tó undirstrikast, at hesir lærararnir, ið ikki tóku so væl undir við námsfrøðiligu leiðslu skúlaleiðarans, arbeiddu nógv og vóru, næstan allir, nýhugsandi í teirra undirvísing.

Úrtøkan av granskingarverkætlanini er ein vísindalig grein, ið er send til javnlíkametan hjá einum altjóða tíðarriti innan skúlaleiðslu. Harumframt eru fýra aðrar greinar, ið verða lagdar á heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo