Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað manglar góðar institutiónir, góð og stabil starvsfólk og frálæra við nøktandi góðsku - hetta eru vit so at siga øll samd um í dag.

Tann vánaliga og ógjørliga loysnin er, at halda fram sum er. Sjálvt um mann skuldi hildi tað vera rætt at gjørt, ja so eru tað bara ikki nokk pædagogar og lærarar at fylla allar stovnarnar við. Stutt sagt, tað má og skal hugsast av nýggjum!

Tað er sera gott at hoyra, at fólk við ábyrgd av økinum nú eisini duga at síggja, at øll ikke læra eins, hvørki líka væl, líka skjótt ella á sama hátt. Tað er at gleðast um, at hesin veruleikin nú eisini er millum fólk við ábyrgd og makt, men hvussu fremur mann eina sovorna broyting í verki? 

Fyri nú at byrja eitt sindur øvut, so verður tann vánalig, dýra og ógjørliga loysnin framd í Danmark beint nú ... sær tað út til … her skulu byggjast bygningar, finnast nýggj høli, sum skulu fyllast við “øllum tí nýggja” reint tekniskt, lærarar og pædagogar skulu nú eisini endur-/meir- útbúgvast sum timburmenn, sveisarar, elektrikarar, KT-fólk, gartnarar, tónleikarfólk, sjófólk og nógv ymiskt annað.

Hetta er ein ógvuliga kostnaðarmikil strategi, sum so allíkavæl ikki ber á mál, tí hon ikki ber til í praksis. Lat okkum tí heldur arbeiða við loysnum, sum loyva fleiri at verða um okkara børn og ung.

Øll lið/teams eru best samansett við ymiskum førleikum, sum hvør sær ger tann einstaka og hópin betur. Hetta er galdandi á øllum økjum, hugsa bara um eina fyritøku, umborð á skipi, eitthvørt ítróttarlið ella ein tónleikabólk.

At hesin veruleiki ikki er galdandi táið talan er um dagstovnar og skúlar, ja tað er beinleiðis ólogiskt. Sjálvandi eru ymiskir førleikar her eisini ein fyrimunur/fyritreyt fyri kvaliteti.

Hvussu arbeiða vit so skilabest við okkara skúlum og dagstovnum framyvir?

Nýggjar burðardyggar loysnir eiga at byggja á:

- Optimalt brúk av teimum førleikum, sum longu eru á stovninum/skúlanum;

- Stórst møguligt gagn av innanhýsis frálæru millum kollegar á stovninum;

- Starvsfólkasamansetingin skal spegla teir førleikar, sum reelt brúk er fyri;

- Høli og bygningar skulu finnast eksternt uttanfyri stovnin, líka so væl sum internt;

- Tætt samstarv skal verða millum stovnar, feløg, fyritøkur, fakfólk, ung sum eldri.

Um hesin leisturin verður veruleiki so fáa vit skúlar og dagstovnar, sum í komandi tíðum kunnu verða fantastiskir karmar fyri okkara børn og ungu; hetta samstundis við, at vit fáa eitt samanspæl og samanhald lokalt, sum kemur at tryggja trivna og læring báði fyri okkara starvsfólk, børn, ung og vaksi/eldri fólk við.

Tað krevur dyrvi, at vera fyrstur, fremstur og bestur - Lat okkum vísa dyrvi við at ganga nýggjar leiðir okkara børnum og stovnum at frama.

Suni á Dalbø

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo