Merkisvert tað er,
hvussu Merkið errin okkum ger,
hóast onkur heldur okkum vera ser,
tá vit fagna tí, sum landið uppi ber.
Merkisvert er tað ikki,
tá Merkið eftir meirlutans tykki;
við einum veittrandi rykki
kann hótta kongaríkisblikki.
Merkisvert er tað kanska,
hóast nógv er granska,
at lata Merkið í floyalshandska,
fyri at verja ríkið danska.
Merkisvert er at halda,
at í Føroyum skulu føroyingar valda,
tá Merkið skal gjalda
fyri statsins móttøku kalda.
Merkisvert er at okkara flaggdagur;
ikki er mettur so frægur,
at ein og hvør kvinna og maður,
kann hátíðarhalda hann sum tjóðardagur.
Henrik Weihe Joensen
25. apríl 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo