Synergi: XL – ættarliðið | Nú kemur yvirlæknin, Jens Christian Holm til Føroyar
Nú kanst tú koma á skeiðið “Vaksin við stórari yvirvekt”, við kenda yvirlæknanum, manninum handan ”Holbækmetoduni”, sum hevur givið einastandi úrslit. Skeiðið verður 23. oktober.
Holbækmetodan sær yvirvekt sum eina kroniska sjúku. Talan er sostatt ikki um ein klænkikur, har tú skalt minka um kaloriur og venja. Í staðin er metodan grundað á, at vit eiga at skilja stóra yvirvekt sum eina kroniska sjúku, har kroppurin aktivt arbeiðir ímóti vekttapi.
Samrøða í TV2
Jens Christian Holm er javnan í miðlunum. Kanska tú júst hevur fylgt við røðini XL-ættarliðið í 7 pørtum á KVF.
HER! kanst tú síggja eina samrøðu, sum TV2 hevði við Jens Christian Holm um yvirvekt, (Fyrst kemur ein stutt reklama, síðani kemur samrøðan)
Farvæl til skuld og skomm
”Endiliga ein loysn, sum hald er í. Farvæl til skuld og skomm. Farvæl til at eg eri dovin og ikki havi nakran rygg”. Bente Nielsen, Vekttapsskeið Kolding, jan 2018
Eg havi verið yvirvektig at kalla alt lívið
”Ein fantastiskur dagur - allur sum hann var. Eg havi verið yvirvektig at kalla alt lívið, havi barst við eini sterkari jojo-vekt. Nú eri eg endiliga komin at skilja hví, og havi fingið eina viðgerðarætlan, sum kann hjálpa mær!
Samstundis er tað ein ómetaligur lætti at skuldin er lyft av herðum mínum”. Bernet Pedersen, Vekttapsskeið Kolding, jan 2018
LES alt om skeiðið og tekna teg HER ella á www.synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo