Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Felagið føroysk tónaskøld: Igor Stravinsky, Sofia Gubaidulina, Arnold Schönberg, Maurice Ravel, Toru Takemitsu, Kaija Saariaho – hesi eru bert nøkur av heimskendu tónaskøldunum, sum hava luttikið við nýskrivaðum tónlistaverkum á ISCM-festivalinum, sum á fyrsta sinni varð hildin í Salzburg í 1923.

Seinastu hundrað árini hevur árligi festivalurin verið hildin í frálíkum stórbýum sum Wien, New York, Beijing, Tokyo, Auckland, Stockholm, París, og seinast in 2023 í Cape Town og Johannesburg, Suðurafrika. Tað er sostatt einki minni enn søguligt, at festivalurin hesu ferð verður hildin í Føroyum við Felagnum Føroysk Tónaskøld á odda.

23. juni kl. 14 verður setanarkonsert í Norðurlandahúsinum har millum annað Glenda Kean forseti í ISCM og Sirið Stenberg landstýriskvinna í mentamálum halda røður, Mattias Kapnas framførir suðurafrikanskt verk fyri klaver og íslendski tónleikabólkurin Caput Ensemble sjey nýskrivaði verk útvald til festivalin. Festivalurin byrjar longu 21. og 22. juni við fleiri konsertum í Tórshavn og einari kirkjukonsert í Rituvík.

Nærri kunning um skránna og ISCM-festivalin kann lesast her: www.wnmd2024.fo og www.iscm.org.

Festivalurin varpar ljós á nýskapandi tónlist eftir gávurík tónaskøld úr Føroyum, Norðurlondum og altjóða limalondum í ISCM (International Society for Contemporary Music). Við fleiri enn 30 framførslum, og 140 verk, staðsettar um alt landið, verður nýðskrivaður klassisku tónleikur heiðraður. Skráin umfatar nýggjar samtíðarkompositiónir, elektronisk tónlistaverk og jazztónleik við framførslum frá føroyskum, norðurlendskum og altjóða tónleikabólkum og solistum. Afturat einum longum lista av føroyskum tónleikarum og føroyska tónleikabólkinum Aldubáruni, luttaka tónleikbólkarnir Caput (Ísland), Lapland Chamber Orchestra (Finnland) og Ars Nova Copenhagen (Danmark).

Festivalurin hevur høvuðsæti í Tórshavn við konsertum í Norðurlandahúsinum, á Reinsarínum, í Havnar kirkju, á Tjóðpallinum, í Hátún, í Finsen, á Blábar,i Hoyvikar Kirkju, á Oy, á Hotel Hafnia, og í Viðarlundini. Men konsertir eru eisini á skrá í Rituvíkar Kirkju, á Listasavninum á Sandi, við Gjógv, í Funnings Kirkju, Fuglafjarðar Kirkju, Varpinum í Klaksvík, og Salt á Tvøroyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo