Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Saman við verkætlanini um Marmennilin, hevur William Heinesen givið íblástur til fleiri tiltøk í Elduvík, nú Mentanarvikan í Runavíkar kommunu stendur fyri durum.

Leygardagin 27. apríl eru tónleikaframførslur og framløgur  í kirkjuni við ávíkavist Mariusi Ziska og Gwendolyn Philbrow. Fyrsta framløgan ber heitið ‘Skaldið og listamaðurin William Heinesen’. Tað er Ann Ellefsen, lektari, sum fer at greiða frá. Harumframt fer Høgni Kastalag frá Fuglark at greiða frá økinum kring standmyndina Marmennilin og  frá tilgongdini til hesa verkætlan.

Fyrr um dagin verður skipað fyri gongutúri úr Oyndarfirði til Elduvíkar kl 13.

Framsýningin „William Heinesen og náttúran“ í skúlanum í Elduvík letur upp 23. apríl kl. 14:00 og hevur opið alla vikuna.

Tað var Elduvíkar Bygdar- og fornminnisfelag sum fyri nøkrum árum síðani tók avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varðveita søgnina um marmennilin. Eftirfylgjandi játtaði listamaðurin Hans Pauli Olsen at gera standmynd av Marmennilinum. Arbeiðið er byrjað og økið, har standmyndin fer at standa, er um at vera liðugt. Í mentanarvikuni hevur Visit Runavík skipað fyri kappingini Meðan vit bíða: Fólk kunnu taka eina selfie, har standmyndin av Marmennilinum fer at standa,  #marmennilin , so eru tey við í kappingini.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett 2. Páskadag í Skótahúsinum við Løkin og heldur áfram til sunnudagin 28. apríl. Skráin finst á visitrunavik.fo og á facebook síðuni Mentanarvikan í Runavíkar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo