Tað er ikki bara her hjá okkum at tað regnar. Í høvuðsstaðnum í Eysturríki, Wien, hevur ongantíð regnað so illa í august sum í ár, skriva fleiri miðlar.
Bara í gjár komu 110 mm niður, og tað er væl meira enn tað plagar at regna allan mánaðan tilsamans, sigur veðurfrøðingur við almennu ORF sjónvarpsstøðina. Í miðal regnar tað 68 mm í august, segði hann.
Sløkkiliðið í býnum hevði úr at gera, ikki við at sløkkja eldar, men við at royna at forða fyri skaðum av tí nógva regninum og annars hjálpa til ymsastaðni, tí bæði tok- og vanlig ferðsla var nógv ávirkað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo