Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Norska flogfelagið Widerøe boðar á heimasíðu síni í dag frá, at felagið frá byrjanini av mai í ár fer at økja um talið av túrum flogið verður millum Bergen og Sørvág. 

Sum er flýgur felagið tvær reisur um vikuna, mánadag og fríggjadag.  Frá byrjanini av mai verður flogið fýra ferðir um vikuna, mánadag, hósdag, fríggjadag og sunnudag.

Broytingin fer at hava heilt nýggjar møguleikar við sær, tí nú fer at bera til at ferðast bæði stutt og long vikuskifti, eins møguleiki verður fyri at gera heilt stuttar túrar.

- Hetta eru ógvuliga gleðilig tíðindi at frætta, ikki minst í hesum tíðum, nú tey flestu mest hugsa um at repa seglini, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

- Hesa tíðina síðani Widerøe byrjaði regluliga ferðafólkaflúgving í september í fjør hava vit sæð, at samansetingin av ferðafólkunum umborð hevur verið ein onnur enn tann, vit higartil hava sæð, tí lutfalsliga stórur partur hevur verið norðmenn.  Hetta merkir, at felagið í stóran mun byggir sítt virksemi á egið kundagrundarlag, og hevur hetta samstundis við sær, at Føroyar sum ferðamannaland við hesum fær eitt størri grundarlag at byggja á, sigur stjórin.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo