Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fólkaheilsuráðið: Leygardagin er alheims heilsudagur hjá WHO undir slagorðinum:

Heilsa sum tað fremsta og heilsa fyri øll allastaðni.

Á henda hátt eiga vit at venda eyguni ímóti fólkaheilsuni, sum er eitt tað týdningarmiklasta virðið í einum samfelagi, og at skilja, at heilsufremjan eigur at verða fyri allar borgarar í samfelagnum.

Dagurin kann geva okkum øllum íblástur, motivatión og vegleiðing til heilsufremjan. Hetta merkir, at vit øll kunnu geva teimum, sum hava valdið og hava møguleika at broyta viðurskiftini, sum gagna fólkaheilsuni, hugskot til heilsufremjan.

Tilber at eggja myndugleikum at arbeiða fyri heilsufremjan við t.d. at vísa til lond, sum longu hava framgongd við t.d. UHC (Universal Health Coverage). At veita amboð til at eitt skipað orðaskifti, hvussu UHC kann fremjast í verki og betrast. Seinastu ára týggini hevur UHC (Universal Health Coverage) verið við til at menna strategiskt arbeiði fyri at náa málum sum atgongd til dygdargóða hjálp, verja lond ímóti umfarssjúkum, minka um fátækradømi og vandanum fyri hungursneyð, skapa arbeiðspláss, vaksa um fíggjarligan vælstand og líkarætt fyri bæði  kynini.

Tað eru nú 70 ár síðan WHO varð sett á stovn. WHO heitir á heimsins leiðarar til at liva upp til lyftið, sum eru givin, tá semja varð um burðardygga menning í 2015, og binda seg til verulig stig at betra um fólkaheilsuna.

Fólkaheilsuráðið vónar á alheims heilsudegnum, at slóða verður fyri at føroyskir politikarar, leiðarar og ábyrgdarpersónar framyvir fara at taka størri tøk fólkaheilsuni at frama – at fatanin av fólkaheilsu verður víðkað ímóti tí breiða heilsuhugtakinum har fólkaheilsa og heiljafremjan ikki bert fevnir um heilsumál, men eisini sum almanna-, menta-, vinnu-, innlendis- og fíggjarmál. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo