Tórsfest: Saturday Night! Eitt hitt tey flestu av okkum hava hoyrt, kenna til, hava dansað til, ella sungið við til.
Sannie Charlotte Carlson við kunstnaranavninum Whigfield bleiv heimskend í 1994, tá hon útgav sangin Saturday Night. Sangurin varð so væl umtóktur, at hon er tann fyrsti tónleikarin, ið er farin beinleiðis inn sum nummar eitt á hittlistanum í Englandi við sínum frum staklagið. Av somu orsøk, er hon eisini komin í Guinness World Rekords bókina. Sangurin lá í 11 vikur sum nummar 1 í Spania og toppaði hittlistar kring allan heim, m.a. í Týsklandi, Schweis, Italia, Brasilia, Canada, Australia og Frankaríki. Og nú kemur hon til Føroya!
Best kend er hon fyri lagið Saturday Night, men løg sum Another Day, Sexy Eyes og Think of You, hava eisini ligið ovaliga á hittlistum kring heimin. Tað verður uttan iva ein stuttlig uppliving, tá Whigfield fer at skapa lív og veitslulag á Havnargøtum 22.juli 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo