- VÍF fegnast um at hava endurnýggjað stuðulsavtaluna við P/F Wenzel fyri kappingarárið 2021/2022. Hondbólturin hevur sera stóran týdning fyri ungdómin og bygdina Vestmanna, og er tað tí av stórum týdningi at hava góðar stuðlar sum P/F Wenzel.
- Menning av fremstu liðunum, eins væl og ungdómsarbeiðinum, krevur nógv, og gleðast vit í Vestmanna Ítróttarfelag um, at Wenzel á hendan hátt er við og sæst aftur í menningini hjá okkum í felagnum.
- Stuðulsavtalan við Wenzel ger at vit hava góðar fortreytir fyri at kunna gera okkum galdandi í øllum deildum.
- Sum virkin fyritøka metir Wenzel tað vera umráðandi at stuðla ítróttini og ungdóminum, til gleði fyri okkum áskoðarar, sum kunnu ferðast kring landið í hallirnar at síggja góðan hondbólt, sigur VÍF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo