Arsene Wenger, venjarin hjá Arsenal, hevur nú fingið eitt tríggjar daga leikbann frá FA fyri at finnast at dómarunum í Onglandi, sum hann ikki heldur geva Arsenal eina rættvísa viðgerð.
Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar í dag.
Wenger fær harumframt eina bót á 40.000 pund.
Hann kom í andglettin, eftir at hann fór í skiftirúmið hjá dómarunum fyri at mótmæla einum brotssparki, sum West Bromwich fekk í dystinum ímóti Arsenal nýggjársaftan.
Albion fekk brotssparkið, sum gav mál, heilt ímóti endanum av dystinum.
Dysturin endaði 1-1.
Arsenal hevur hesa seinastu tíðina fingið fleiri ivasamar brotssparksavgerðir ímóti sær - seinast ímóti Chelsea mikukvøldið, tá Chelsea fekk brotsspark miðskeiðis í seinra hálvleiki og høvi at javna til 1-1.
Tann dysturin endaði við javnleiki 2-2.
Arsenal spælir sunnudagin ímóti Nottingham Forest á útivølli í 3. umfari av FA Cup.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo