18 dystir og 2 mál er úrslitið hjá Manchester United-álopsleikaranum, Wout Weghorst, síðani hann kom til felagið í januar.
Málini eru skorað í Carabao Cup og Europa League, og bíðar hann tí framvegis eftir at skora sítt fyrsta mál fyri Manchester United í Premier League.
Niðurlendingurin er tó framvegis sannførdsur um, at hann hevur verið eitt gott ískoyti hjá liðnum.
- Eg havi spælt fleiri dystir, og tað vísir, at felagið hevur álit á mær. Hetta vísir so eisini, at eg geri eitt munagott arbeiði fyri liðið, sigur Weghorst sambært Goal.com, sum verður endurtikið í Indkast.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo