Tann í Føroyum so illa lýddi aktivisturin Paul Watson skal fyri rættin í í Grønlandi í dag, har støða skal takast til, um varðhaldsfongslingin av honum skal longjast.
Paul Watson, sum er 73 ára gamal, varð handtikin umborð á skipi sínum, sum lá í havnini í Nuuk 21. juli, tí Japan vil hava hann útflýggjaðan. Nógv mótmæli eru komin ímóti tí, eisini frá týðandi politikarum, og stórt trýst er tískil á Danmark um ikki at útflýggja Paul Watson.
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur tó sagt við danskar miðlar, at tað verður trupult hjá Danmark ikki at útflýggja Paul Watson.
- Vit kunnu ikki siga, at tað ikki er so lagaligt hjá okkum at fylgja reglunum í hesum ítøkiliga førinum, tí vit so traðka onkran á tærnar, segði hann herfyri við Politiken.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo