FSF; Tað gekk báðar vegir í fyrra hálvleiki, og eitt nú bjargaði Gunnvá Lützen einum brotssparki, tá umleið hálvur tími var spældur.
Lisa Haraldsen legði Føroyar á odda stutt fyri hálvleik, og hon økti eisini sjálv hornaspark, tá seinni hálvleikur var eitt korter gamal.
Stutta løtu seinni økti Rakul Sørensen við einum frálíkum langskoti til 3-0, og hóast litavar minkaðu um munin stutt fyri leiklok, so kundu føroysku genturnar fegnast um ein uppibornan sigur eftir síðsta bríksl.
Føroyar skulu aftur í eldin fríggjamorgunin, og tá er mótstøðuliðið Ísland, sum í sínum fyrsta dysti vann stórt móti Liktinstein.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo