Knúgvarnir hvítna á lítlu, myrku hondini hjá smádreinginum á briksini, har hann liggur og fær hjálp fyri tannapínuna.
Hann heldur fast í tannbustini, sum hann lítla løtu áðrenn hevur fingið frá einum av tannlæknunum frá hjálparfelagsskapinum Tandsundhed uden Grænser, sum í farnu viku vóru í miðafrikanska landinum Ruanda og gjørdu hjálpararbeiði.
Tað var týðuligt, at hann var fegin um tannbustina. Og at hann var spentur at sleppa at brúka hana, sjálvt um tankarnir beint nú eru meira um pínuna og ampan av viðgerðini, hann fær.
Umframt at undirvísa í reinføri og røkt av tonnunum viðgjørdu tannlæknarnir eisini fólk sum høvdu tannapínu í landspartinum Byumba, sum liggur einar 60 kilometrar norðanfyri høvuðsstaðin, Kigali. Fólk her eru samanumtikið fátøk og illa fyri, hóast tey ikki beinleiðis ganga svong.
- Tá tey frætta um møguleikan at fáa ókeypis og væl kvalifiseraða hjálp til trupulleikarnar, tey ganga við, so koma tey frá bygdum, sum væl kunnu liggja eitt fitt petti higani, fortelur Katharina Dam, sum er toymisleiðari hjá Tandsundhed uden Grænser.
- Ein eldri kona, sum eg tosaði við í áni, fortaldi mær, at hon alt lívið hevði brúkt ein træpinn at busta tenn við, sigur hon.
Umframt tey 346 sum fingu viðgerð frá tannlæknunum hesar fimm dagarnar fingu eisini børn sum búgva í eini SOS bygd har á leiðini ókeypis tannbustir og - krem frá tannlæknunum.
Sí eisini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo