Fólkini sum fáa hjálp frá danska felagsskapinum Tandsundhed uden Grænser (TUG) hava lítlan møguleika at fáa hjálp frá øðrum. Tey eiga lítið og hava ikki ráð til at brúka pengar uppá tannlæknar, sum bert eru um 20 í tali í landinum, har nærum 12 milliónir fólk búgva.
Tannlæknarnir frá TUG vóru í farnu viku í miðafrikanska landinum Ruanda, og eftir fimm døgum høvdu nærum hálvtfjórðahundra fólk fingið hjálp fyri pínu, bruna ella okkurt annað, sum teimum bagdi í munninum.
Béata Mukabahire starvast fyri SOS barnabýirnar í Ruanda, og hon er eisini kontaktfólk hjá TUG. Hon sigur, at tað hevur sera stóran týdning fyri íbúgvarnar sum búgva á smáplássunum, at teir hava møguleika at fáa hjálp.
- Í fyrstani eru fólk kanska skeptisk. Men so skjótt sum tað frættist, at tannlæknarnir frá TUG eru komnir, so og teir kunnu veita teimum góða hjálp, sum tey annars ikki kunnu fáa, so koma fólk í hópatali. Nógv teirra hava gingið langar leiðir fyri at koma her, sigur hon.
Sjúkrahúsini uttanfyri høvuðsstaðin eru ikki so væl útgjørd, og heldur ikki so nógv vælútbúgvin starvsfólk eru í mun til tørvin.
- Tað eru langar bíðirøðir at sleppa framat. Eg vildi ynskt, at fólkini frá TUG kundu verið her uppaftur longur, tí her eru nógv, sum tey ikki náa at hjálpa, sigur hon.
Tveir føroyingar vóru við TUG toyminum í Ruanda, tú kanst lesa um tær í greinunum niðanfyri.
Sí eisini:
Tannlæknarnir máttu arbeiða uttan ljós og streym
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo