Aftur í gjár vóru stórar mótmælisgongur í Keypmannahavn. Tað er felagsskapurin "Men in Black" sum hvørjaferð, teir hava eitt tiltak, mobiliserar fleiri 1.000 fólk.
Tey mótmæla avmarkingunum, sum myndugleikarnir hava sett í verk fyri at basa korona smittuni. Argumentini hjá teimum røkka líka frá, at tað hevði verið best bara at latið staðið til, so tað gekk sína gongd, og til at alt er ein stór samansvørjing, sum hevur til endamáls økt eftirlit og at taka frælsið frá fólki.
Líknandi mótmælisgongur eru í fleiri øðrum londum eisini, men ikki í Føroyum. Tó eru tað fólk her sum halda, at myndugleikarnir í Føroyum eru farnir ov langt við sínum avmarkingum, men hvat heldur tú?
Atkvøð í teiginum undir "VP spyr" høgrumegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo