Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Herfyri frættist at Airbnb - heimasíðan sum eftir fáum árum hevur lagt seg á ein stóran part av allari sølu av gistingum um allan heim (eisini í Føroyum) - nú tekur tað óvanliga stigið at taka 200 bústaðir av útboðslistanum á umstrídda Vestara áarbakka. Orsøkin er, sigur Airbnb, at tey ikki vilja vera partur av "menniskjaligu líðingunum" sum fara fram har.

Um so var, at Airbnb hevði sum fasta mannagongd, ikki at hava nakað at gera við politiskt umstrídd støð ymsastaðni kring heimin, so kundi ein fatað tað. Men so skuldi Airbnb eisini aktivt boða frá, at støð sum Saudi Arabia, Krim, Norðurkorea, Tibet og Vestursahara ikki eru vælkomin. Okkum kunnugt ber til at leiga bústaðir í fleiri av hesum støðum ígjøgnum Airbnb. 

Gamaní, alt er ikki fullkomið í Ísrael. Men liva vit ikki í eini tíð, har tað aftur er blivið ok at taka frástøðu frá og boykotta - jødar? Nógv lond leggja handilsforðingar fyri Ísrael, í ST er landið javnan fyri atfinningum og skjótt kemur helst spurningurin upp at venda, um Ísrael, sum vann Melodi Grand Prix í ár, kann sleppa at vera vertur næsta ár. Fer tað ikki kalt niður eftir rygginum tá vit hugsa um hvussu støðan líkist tí sum hendi her í Evropa áðrenn seinna heimsbardaga, tá somu spælireglar knappliga ikki longur vóru galdandi fyri øll?

Vit kunnu ikki loyva okkum at øtast um alsamt vaksandi antisemitismuna og so samstundis hava politikarar og fyritøkur sum virka altjóða og ganga undan í niðurgeringini og boykottum av jødum og statinum Ísrael. Vit kunnu ikki venda blinda eygað til frágreiðingar sum greitt vísa á, at klisjeir og fordómar um jødar frá teirri tíðini framvegis liva og taka dik á seg. At yvirgangsatsóknir í Evropa sum ofast eru lagdar til rættis av víðgongdum muslimum og høgravíðgongdum og vendar ímóti jødum. Tað er hyklarí.

Enn einaferð: Sjálvandi ber til at finnast at Ísrael. Men landið er hóast alt einasti demokratiski rættarstatur í Miðeystri. Og Ísrael má hava krav uppá at at fáa somu viðferð sum onnur og ikki altíð verða gjørt til syndabukk.

Tí tað er ikki støðan í dag. 

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo