Í gjár fingu 8 privatar miðlafyritøkur at vita, at tær vóru slopnar ígjøgnum nálareygað, og fáa tí lut í teimum tveimum milliónunum, sum landið hevur sett av til endamálið.
9 miðlar søktu, men tann eini var kolldømdur, tí ongar lønir vóru útgoldnar, skilst.
Fleiri treytir vóru settar fyri at fáa stuðul, summar ítøkiligar, aðrar eitt sindur meira "fluffy". Til dømis skal ein miðil, fyri at hava rætt til stuðul, hava "eitt redaksjonelt innihald innan eitt breitt evnisøki, og talan skal í høvuðsheitum vera um viðgerð av aktuellum tíðindatilfari av politiskum, samfelagsligum og mentanarligum slagi, sum er lagað til fólkið í Føroyum, og sum lýsir føroysk samfelagsviðurskifti ella útlendsk viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni". Her man valdast um eyguni sum síggja, og nevndin hevur valt eina breiða tulking og lovað øllum ígjøgnum nálareygað.
Ein onnur heilt ítøkilig treyt er, at miðilin skal hava havt í minsta lagi tvey ársverk fyri at fáa stuðul. Hetta skuldi ikki verið so trupult at staðfest, eitt nú við at taka støði í sáttmálanum hjá Føroysk Miðlafólk. Men eftir øllum at døma hevur nevndin valt at tulka hesa treytina strangt hjá einum miðli (sandportal.fo), men ikki hjá einum øðrum (jn.fo). Og tað kann tykjast sera løgi.
Vit á VP hava skrivað nógvar reglur um ætlanirnar hjá politikarunum at veita privatum føroyskum miðlafyritøkum eina fíggjarliga innspræning, beinleiðis úr landskassanum. Ætlanir, sum eisini undanfarna borgarliga samgonga í fullum álvara arbeiddi við, og har leisturin var, at tað fyrst og fremst vóru bløðini sum skuldu hava "útberingarstuðul", sum tað æt so fínt. Við øðrum orðum, onki blað - ongin stuðul! Støðan skuldi sementerast, sum hon var. Nýggj skuldu ikki hava somu møguleikar at "koma inn í vinnuna". Tíbetur eydnaðist tá at fáa eyguni upp á landsins kosnu, og uppskotið datt burtur.
Tá nýggja, reyða samgongan kom til, varð uppskotið grivið fram aftur, og aftur var treytin bara, at miðilin hevði tørv á at verða "borin út".
Tíbetur vóru einkultir tingmenn sum sóu, hvat úrslitið fór at verða, og slógu tí nevan í borðið. Tað er teimum fyri at takka, at vit í dag hava eina meira tíðarhóskandi skipan, hóast hon óivað kundi verið betur. Tí tað endaði við at blíva sjón fyri søgn. Tá lønir hjá bedellum, vaskifólkum, lýsingarfólkum og øllum øðrum, sum starvast hjá einum miðli, verða taldar við í útrokningargrundarlagið, so er eftir okkara tykki okkurt spinnandi galið. Pengarnir eiga at fara til at veita tí sum brúkar miðlarnar, tí sum hevur goldið stuðulin til miðlarnar umvegis skattabilettina, betri miðlar. Og tí eiga bert journalistalønir at verða tiknar við í útrokningargrundarlagið.
Nevndin sigur, at hon hesaferð, sum er fyrstaferð hon hevur verið til verka, hevur valt eina breiða tulking, og annars ætlar at lata hetta árið vera eitt royndarár sum seinni skal metast um.
Vit halda, at tey lýti sum upprunaligu ætlanirnar hjá politikarunum høvdu, framvegis í alt ov stóran mun eru til staðar. Slagsíðan er himmalrópandi, tá tann eini miðilin, sum frammanundan hevur eina dominerandi støðu á marknaðinum, fær dastið av øllum stuðlinum. Armslongdarprinsippið mótvegis landsstýriskvinnuni er lítið sannførandi, tá hon og formaðurin í Miðlastuðulsnevndini eru so nær í ætt. Og eitt av aðalmálunum við lógini - at tryggja eitt fjøltáttað føroyskt miðlalandslag - kann ikki sigast at vera rokkið, tá nýggju netmiðlarnir, sum í eitt nú samsvarandi donsku lógini fáa positiva serviðgerð, hjá okkum máttu stríðast við hond og fót fyri yvirhøvur at koma upp á tal.
Hetta má gerast betri næstuferð - nógv betri!
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo