Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í góðveðrinum í gjár skipaði Tórshavnar Kommuna fyri sonevndum Oyggjadegi, har fólk kundu vitja ymsi tiltøk sum vórðu fyriskipað í oyggjunum í kommununi, Hesti, Koltri og Nólsoy

Nógv fólk, sum seinnapartin høvdu ætlað sær til Nólsoyar við einum av túrunum, sluppu kortini ikki út, tí pláss var ikki fyri teimum í ferjuni Issehoved, sum Strandferðslan hevur leigað inn at røkja farleiðina, ímeðan onnur skip eru til viðlíkahald.

Helst er hetta eitt av teimum málunum, har orð fer at standa ímóti orði. Men hvussu var og ikki, so máttu nógv fólk nakkalong heimaftur, tí Issehoved vildi ikki gera eitt rend afturat út til Nólsoyar beinanveg, ein túrur sum annars kann avgreiðast eftir lítlari løtu við hesi skóttgangandi tvíkiljuni.

Tað einu løtuna ljóðaði eisini, at maskinbrek skuldi vera orsøk til, at Issehoved ikki fekk siglt ein eykatúr.

Í Nólsoy siga tey, at hetta í botn og grund er eitt klandur ímillum Strandferðsluna og kommununa, tí SSL vil hava kommununa at gjalda fyri eyka túrar, og tað vil kommunan ikki.

Vit halda, at tað kann ikki vera rætt, at almennu Føroyar leiga dýr skip inn úr útlandinum og so hava skipini liggjandi við fullari manning við kaj tá fólk vilja sleppa avstað ein dag sum í gjár, har nakað serligt var á vási.

At tað so nú frættist, at SSL heldur ikki dugir at telja tá loyst verður, og siglir við nógv fleiri fólkum enn loyvi er til, ger bara skommina fullkomna.

Hasin túrurin tekur 10 minuttir at sigla.

Sigl tveir túrar.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo