Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nógv hevur í seinastuni verið at hoyrt til ætlanirnar at leggja stuðulin til kunningarstovurnar kring landið um til eina pulju sum søkjast kann úr til serlig átøk men ikki til rakstur sum nú.

Vit halda, at skipanin við kunningarstovum átti at verið endurskoðað fyri nógvum árum síðani. Tað kann væl vera, at hon hevur virkað væl onkrastaðni, men aðrastaðni hevur hon virkað minni væl, til dømis í økjum har semja ikki hevur verið um, hvar kunningarstovan skal liggja.

Eitt annað dømi um, at hesin almenni stuðulin ger meira skaða enn gagn er, at kunningarstovurnar, í øllum førum onkur teirra, tekur á seg uppgávur og bjóðar fram tænastur sum mugu sigast at vera í kapping við privatar fyritøkur sum eisini virka á marknaðinum.

Og í triðja lagi hevur tað verið so, at ikki øll øki í landinum hava fingið lut í hesum almenna stuðlinum. Norðstreymoy, ella rættari tann parturin sum ikki er Sunda kommuna, hevur øll árini ligið uttanfyri stuðulspuljuna, ella, við øðrum orðum, í Streymoynni er bert tann eina kunningarstovan, tann í Havn, ímeðan tað bæði í Suðuroynni og Eysturoynni eru tvær. Sostatt hevur landið í eini 20 ár ella gott og væl tað sprænt milliónir út í summi øki í landinum, ætlaðar til menning og uppbygging av ferðavinnuni, ímeðan Vestmanna- og Kvívíkar kommunur hava noyðst at tikið til takkar við at vera partur av kunningarstovuni í Havn, sum frammanundan má sigast at hava ríkiligt at síggja til.

Nú kundi ein kanska sagt, at blomstrandi ferðavinnan júst har sum ongin stuðulskróna er latin man vera besta dømi um, at stuðul ikki altíð er nakað tú skalt renna eftir. Samstundis eiga pengarnir hjá skattgjaldarunum at verða brúktir so skynsamt sum gjørligt, og tað halda vit verður gjørt best við nýggju ætlanini um eina pulju sum øll kunnu søkja úr á jøvnum føti.

Tað er í tøkum tíma, at stuðulin til kunningarstovurnar verður tikin av. Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo