Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Føroyska miðlalandslagið, sum verður umrøtt í bert einari reglu í nýggja samgonguskjalinum, er vorðið fátakari nú um jólini, tá føroya elsti miðil, Dimmalætting, varð svølgd av Miðlahúsinum. Ætlanin er at halda fram sum tveir sjálvstøðugir miðlar, siga teir, gamaní, men tað veldst alt um, hvat politikararnir ætla við miðlastuðlinum. So siga teir sum eiga.

Spurningurin er so um hetta, sum er hent, er gott ella ringt. Okkara boð er, at tað er gott fyri onkran, sum er sloppin av við ein kappingarneyta, og samstundis hevur fingið eitt amboð afturat uppí hendurnar at stýra slanguni úr almenna kassanum eftir egnum høvdi.

Men fyri miðlaheimin? Fyri brúkaran? Fyri føroyska journaliststandin? Neyvan.

Størsta einstaka átakið, sum kann fremjast fyri at bøta um støðuna í føroyska miðlaheiminum, er, at eitt veruligt, fakligt umhvørvi, sum kann bjóða KvF av, verður sett á stovn. Tí tað finst ikki í dag, og verandi smáu miðlaredaktiónir eru ov lítlar til at koma við hesum neyðuga, kompetenta mótspælinum. Ikki tí tað er galið við KvF, men tí tað er best fyri okkum øll, íroknað KvF, at síggja alt úr meira enn einum sjónarhorni.

Og hvussu kann tað so gerast?

Verandi miðlastuðul, sum eigur at vera nógv størri, kundi verið settur av til at gera ein nýggjan, komersiellan miðil, sum tó skal virka eftir Public Service reglum.

Privatu miðlarnir, sum í dag virka og taka ímóti sama miðlastuðli, skuldu fingið møguleikan at verið við, og eigararnir skuldu fingið ein lutfalsligan ognarpart, alt eftir hvussu væl miðilin í dag ber seg.
 
Ber til at reka public service á einum komersiellum grundarlagi? Tað er ein sentralur spurningur, men integriteturin er fyrst og fremst ímillum oyruni á hvørjum einstøkum journalisti, eini dugnaligari og kompetentari leiðslu og hartil eini miðlastuðulsnevnd, sum skrúvaði fyri stuðlinum, um miðilin ikki helt seg til PS leiðreglurnar eins og tær um góðan fjølmiðlasið.

Løtan nú við einum nýggjum landsstýri og eini nýggjari byrjan er tann lagaliga.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo