Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Almennar fyribilsloysnir eru ikki lættar at sleppa av við. Fiskavirkisskipanin hjá ALS er onki undantak.

Skipanin kom tá vit høvdu "fiskavirki á hvørjum tanga" sum tað plagdi at eita, og var meint sum ein stuðul til eina vinnu sum skuldi tillaga seg og finna nýtt fótafesti. Men í dag verður hon brúkt av stórum og væl etableraðum fyritøkum, sum soleiðis fáa óbeinleiðis stuðul frá arbeiðsgevarum og starvsfólki í øðrum vinnugreinum, og tað kann ikki vera rætt.

Vit kunnu spyrja, hvussu vit skulu røkka málinum um at fáa fleiri bein til føroyska búskapin at standa á, tá tann eina vinnan fær fyrimunir av hesum slagnum?

Ferðavinnan verður ofta havd frammi sum eitt av hesum nýggju beinunum. Ein tænastuvinna við nógvum arbeiðsplássum sum eisini appellerar til unga ættarliðið, men sum um nøkur er ein sesongvinna burturav, og sum hevur trupult við at útvega arbeiðsfólkunum nóg nógvar tímar uttanfyri sesongina. Er tað ikki bara logiskt, at henda vinnan eisini sleppur upp í part og fær sín part av hesum ALS stuðlinum? So hon kann halda fram við at mennast og hava føst starvsfólk alt árið, eisini um veturin, tá ikki so nógv er at gera?

Og aðrar vinnur við?

Antin má Fiskavirkisskipanin hjá ALS broytast, so hon verður til eina stuðulsskipan, sum allar vinnur við sesongútsvingum, kunnu gera nýtslu av, kanska við at gjalda eitt eykagjald umframt tað sum í dag er lógarkravt, bæði hjá arbeiðsgevara og lønmóttakara.

Ella má skipanin heilt takast av.

Tað má vera líka fyri øll.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo