Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað var morgunin eftir, at ballið hevði verið, og journalisturin mundi hava okkurt ánilsi av, at teknikarin hevði forsovið seg, so hann gjørdi ikki mætari enn at biðja taksasjafførin koma við inn í kontrolrúmið, kanska hann kundi vera til onkra nyttu, so tíðindini komu í luftina so nøkulunda.

Tað var tá hjálpsami hýruvognsførarin við tí rætta samfelagssinninum, og sum dugdi at síggja hvussu álvarsom støðan var, tíðindini máttu jú fyri alt í verðini koma rættstundis út til fólkið, so mátti bilur vera bilur ta løtuna, var á veg út aftur ígjøgnum hurðina, eftir at hava trýst á knappar og tendra jinglur við meira, instrueraður sum frægast ígjøgnum telefonina av einum helst líka frustreraðum tekniskum leiðara, at hýruvognsførarin, ein herbúgvandi dani, segði hesi so mergjaðu orðini, sum ofta síðani hava verið tikin til í Sortudýki: "-Det ville fandeme ikke være sket på BBC!"

Nú eru politikararnir farnir at tosa um týdningin av at tað eru tvær tíðindadeildir í KvF. Óheftar av hvørji aðrari, væl at merkja, og fyri at skapa meira fjølbroytni í okkara stirvna og einstáttaða miðlalandslagi.

Hetta vildi eftir okkara tykki verið brølari nummar tvey sum bleiv gjørdur frá politiskari síðu tá um Kringvarpið ræður, bara yvirgingin av samanleggingini av útvarpi og sjónvarpi á sinni. Tí at gera tvær ymiskar deildir við somu funktión undir sama taki, har ein ávís virkismentan og eitt ávíst samanhald nátúrliga ræður, er neyvan nakað skilagott hugskot. Sum vit áður hava sagt á hesum staði, er hetta á ongan hátt ein atfinning ímóti starvsfólkunum í Kvf, fleiri teirra eru einsamøll verd alt kringvarpsgjaldið. Men spurningurin sum politikararnir eiga at seta sær er, hvussu føroyingar fáa sum mest fyri pengarnar, teir sambært lóg skulu lata til Public Service.

Tí í dag hava vit onki samanberingargrundarlag.

Tað sum vit mangla er fleiri sterkar og kompetentar eindir, hvør við síni virkismentan og sínum hátti at grípa tingini an, hvør við sínum innfallsvinkli og leiðarum, so kompetenta kunningin verður so fjølbroytt sum gjørligt. So brúkarin fær kensluna av, at sama mál er blivið vigað á vágskálini hjá fleiri og, ikki sum í dag, hjá einum sera avmarkaðum skara av journalistum.

Tann tíðin er farin, tá tað var neyðugt við einum almennum stovni til at tryggja tað tøkniliga tunga apparatið sum skuldi til at fáa eina sending varpaða út. Tað er hvørtmansføri í dag, og tí átti kjakið eftir okkara tykki heldur at snúð seg um, hvussu ein (munandi) partur av tí, sum í dag verður goldið í kringvarpsgjaldi, bleiv slúsað út til aðrar miðlar at gera dygdargóðan journalistikk fyri. Og sjálvandi skuldu krøv um góðsku fylgt við hvørjari krónu sum varð latin.

Hetta hevði eisini við tíðini alt fram fleiri møguleikar hjá nýggjum ættarliðum av journalistum at søkt sær starv og at flutt ímillum fleiri spennandi arbeiðspláss, við hvør sínari mentan. Møguleikar sum tíverri eru sera avmarkaðir í dag.

Tí, hondina á hjartað, nakað BBC verður KvF ongantíð. Hví vit skulu satsa uppá eina stóra og gumpatunga eind í Føroyum, heldur enn fleiri smáar og smidligar, er torført at skilja. Er tað meira Pravda, vit vilja hava?

Orðini hjá taksasjafførinum sum traðkaði til, so tíðindini kundu koma í luftina hin morgunin, eru kanska meira aktuel í dag enn tey vóru tá.

- Det ville fandeme ikke være sket på BBC!

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo