Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Við jøvnum millumbilum er hann aftur á forsíðum og skýggjum, sjálvandi fyrst og fremst í heimlandinum men eisini uttanlands. Tey senda enntá beinleiðis, har hann fær ein minutt ella so til at oysa út sína haturstalu, koma við síni naziheilsan og halda skelti upp fyri møttum tíðindafólkum sum síðani hjálpa honum at varpa boðskapin út til allan heimin at síggja. Áðrenn tey vakna og síggja, hvat tey verða brúkt til.

Men Anders Behring Breivik hevur ikki uppiborið nakað uppmerksemi. Tað er at spýta í andlitið á teimum avvarðandi, at loyva yvirgangsmanninum framat aftur og aftur í pressuni við sínum boðskapi.

Væl vita vit, at tað hevur týdning í okkara rættarsamfelag at fylgja teimum ásetingum sum eru um kæru og royndarleyslating, men tað kann fyriganga uttan at øll pressan rennur aftaná. Tað eigur ikki at verða blást upp, men kann sigast í eini notits aftarliga.

Skuldi tað eydnast honum at sloppið leysur, so er tað ein søga.

Annars ikki.

So skal hann tigast burtur mest møguligt uttan at vit gloyma illgerðina.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo