Helst eru ikki so fáir føroyingar sum at kalla ongantíð eta grind, tí teir fylgja almennu kosttilmælunum, og ikki vilja eta dálkaða tvøstið og spikið. Kortini hava teir allar, allar flestu verið samdir um, at rætturin at gagnnýta tilfeingið í havinum, hann er okkara, og vit nýtast ikki at spyrja nakran eftir.
Heilt einfalt tí, at vit hava argumentini í ordan. Sum ein segði - tann diskussiónin er løtt at vinna.
Men umframt argumentini hava føroyingar eisini havt ein annan trumf, sum ikki skal undirmetast, og tað er samanhaldið. Tá rivur koma í hetta samanhaldið, sum nú er hent, so er vandi á ferð.
Øll hava rætt til at hava sína egnu meining, eisini um henda spurningin. Øll hava eisini rætt til at siga frá og tala at, um tað er tað sum passar teimum best. Tey skulu ikki verða løgd undir at vera svíkjarar, bara tí tey hava eina aðra meining.
Tað eiga grindamenn ikki at gloyma!
Føroyingar hava áður tikið í egnan barm.
Tað gjørdu vit miðskeiðis í áttatiárunum, tá ógvuslig grindamótmæli floymdu inn yvir okkum úr øllum heimi.
Tí, hondina á hjartað, tað líktist ongum, tað sum mangan gekk fyri seg. Talan er hóast alt um livandi djór, og tað minsta vit kundu gera, var at geva teimum eina ordiliga viðferð, nú tey so mangan høvdu verið við til at geva okkum mettuna.
Tá rættaðu vit tað, sum vit vistu var skeivt. Ruddaðu upp, so at siga.
Eru vit so bláoygd, at vit nú lata tey harðastu mótstøðufólkini og -felagsskapirnar fáa spakan undir okkum, ja, so er tað okkum sjálvum fyri at kasta.
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo