Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Føroyingar eru samdir um, at vit skulu drepa grind. Men tá tað kemur til springarar, so eru kílar komnir í. Fleiri av argumentunum, vit hava fyri at drepa grind, mangla tá talan er um springarar. Hagtøl, siðvenja, drápsháttur og, ikki minst, stuðulin í fólkinum.

Grindamenn mugu gera sær greitt, at teir í dag fáa stuðul frá eini rúgvu av føroyingum, sum ikki sjálvir gera so nógv við at fara í grind. Men vit standa saman um rættin. Tað skal ongin útlendingur koma her at fortelja okkum, hvussu vit skulu húsast við okkara tilfeingi.

Men vit hava øll brúk fyri at hava argumentini í ordan. Og tá føroyingar nú taka upp nýggjar og fyri nógv sera provokerandi siðvenjur, samstundis sum vit liva í ríkiligastu tíðum, nakar føroyingur nakrantíð hevur upplivað, so leypur ketan av.

Hvat skulu til dømis tey sum fáast við ferðafólk, og dag og dagliga verja siðin at drepa grind, siga við tey atfinningarsomu? Tey síggja somu myndir sum tú og eg á netinum og eru oftani væl kunnað um góðu argumentini, føroyingar hava. Teimum dámar ikki tað, tey síggja, men noyðast at góðtaka tað.

Tað man vera sjálv definitiónin uppá ein føroyskan heimføðing anno 2018 at seta uppá at vit skulu drepa springarar, bara tí vit kunna.

Koma kílar í fólkahugsanina um at veiða súgdjór úr havinum, sum nú sær út til at henda, so er slagið tapt. Og ábyrgdina hava tey sum seta uppá at drepa hesar springararnar, hóast minst annar hvør føroyingur er ímóti.

Tað meinar VP. 

Skulu vit drepa springarar?

  • ja
    37%
  • nei
    60%
  • mær tað sama
    4%

Atkvøtt hava 2716

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo