Summarmorgun: Tey góðu nøvnini vóru alt ov tíðliga, Punjab, Týr, Marius og Kári P. Vit vilja nógv heldur hoyra tey enn onkran danskan rappara av Vesterbro.
Høvuðsnøvnini vóru ikki nóg góð heldur.
Tað er týðiligt, at mann vil hava fólk tíðliga oman í býin.
Og nógv vóru tíðliga í býnum, men fleiri harmir festivalgestir vóru ikki nóg tíðliga. Tað er nú ein sannroynd, at føroyingar fara seint í býin ...
Tað átti fyriskiparin, Rúni Djurhuus, eisini at vita, tí hann stillaði upp til býráðsvalið í 2012 við slagorðinum null seks.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo