Vónbjørt Vang, forkvinna í Rithøvundafelagnum, fer í kvøld at innleiða sýningina við filminum ”Tulipanfepur”, sum byggir á skaldsøgu hjá bretsku Deborah Moggach, har leikur fer fram í Amsterdam í 17. øld.
Høvuðsleikari í nýggja bretska filminum ”Tulipanfepur” er svenska Alicia Vikander, sum í fjør var í Føroyum við Wim Wenders. Sýningin er í Havnar Bio klokkan 20:30 og er partur av Filmsdøgum í Felag, sum Filmsfelagið skipar fyri.
Eldrabio
Í dag klokkan 18:15 verður nýggi filmurin hjá Lee Tamahori sýndur. Tamahori hevur fyrr gjørt James Bond filmin ”Die Another Day” og maori-filmin ”Once Were Warriors”. Undir heitinum ”Patriarkurin” fer leikur fram í heimlandinum, Nýsælandi, í 1960’unum. Seyðabøndur av maori ættini royna at koma til sættis, eisini tá avdúkingar hótta samanhaldið.
“Patriarkurin” er fyrsti av trimum filmum í røðini Eldrabio. Hinir eru hin japanski ”Eftur illveðrið” og hin danski ”Aldrig mere i morgen”, sum er nýggi filmurin hjá Erik Clausen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo