Ringa veðrið ger, at farmaskipini eru seinkað.
Hesum hava heilsølurnar boðað sínum viðskiftafólki frá.
Tí kann tað vera tómligari enn vanligt í handlunum í morgin. Serliga er tað slíkt sum frukt og grønmeti sum er seinkað.
Sum skilst er talan ikki um langar seinkingar, og vøra sum plagar at koma sunnudag kemur til landið mánadag ella týsdag, og verður koyrd út so skjótt sum til ber, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo