Í skjótt trý ár hevur vitlíki (AI) hjálp í arbeiðinum at screena kvinnur fyri bróstkrabba í Region Hovedstaden, og úrslitini eru stimbrandi, skrivar TV 2.
Samspælið millum AI-skipanina og teir royndu serlæknarnar í bróstradiologi hevur gjørt at fleiri tilburðir av bróstkrabba verða funnir, at at talið av skeivum/følskum positivum úrslitum er minkað.
Í miðal funnu radiologarnir 12 tilburðir afturat av bróstkrabba per 10.000 screeningar eftir at vitlíkið var tikið í brúk, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo