Sjællands Universitetshospital í Køge hevur, sum tað fyrsta í landinum, tikið vitlíki í brúk, tá ið sjúklingar við krabbameini í tarmunum skulu viðgerast, skrivar DR.
Í tí sambandi metir teldan vandar, hvussu sjúkugongdin verður og uppskot til viðgerð sum byggir á dátu frá 76.000 sjúklingum, sum allir hava verið skurðviðgjørdir fyri krabbamein í tarmunum.
Og tað er til frama fyri sjúklingin at fá hjálp frá vitlíkinum, tí tað finnast ikki tvær krabbameins sjúkugongdir sum eru eins.
Tað sigur Ismail Gögenur, professari, sum er leiðari á Forskningsenheden Center for Surgical Science, skurðdeildin á Sjællands Universitetshospital.
- Vit gera nógv við sjúklingin áðrenn, undir og eftir skurðviðgerðina við ráðum frá vitlíkinum, sum ger, at samlaða úrslitið verður betri, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo