Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í døgunum 2.-7. september kemur Timothy Cho, sum er uppvaksin á gøtuni í Norðurkorea, til Føroyar at greiða frá sínum lívi. Hann royndi tvær ferðir at flýggja úr landinum. Fyrru ferð eydnasðist tað ikki, og hevði hetta álvarsamar avleiðingar fyri Timothy.

Timothy greiðir soleiðis frá, tá hann varð tikin: “Kroppurin skalv, meðan fangin, sum eg sat leinkjaður til, varð avhoyrdur... Teir tóku jarnleinkjurnar av okkum, og bukaðu hann við leinkjunum. Teir helmaðu ikki í, fyrr enn hann lá lívleysur í sínum egna blóðhyli. 

Nú stóð eg fyri tørni. Fangavaktirnar bukaðu meg við jarnrørum. Eg misti skjótt vitið, arrini frá sløgunum síggjast enn á kroppinum. Tá eg raknaði við aftur, lá eg í einum fangakliva við yvir 50 øðrum fangum. Rúmið var so lítið, at vit vóru kroyst hvør móti øðrum. Morgunin eftir fann eg út av, at tann, sum lá móti mínum ryggi, var deyður...” 

Tað er Open Doors Føroyadeild, sum leggur vitjana til rættist.

Timothy kemur at hava fyrilestarar á hesum støðum: 

2. sep. kl. 20:00: Lívdin, Hoyvík.  
3. sep. kl. 20:00: Siloa, Fuglafjørður.  
4. sep. kl. 20:00: Keldan, Skálafjørður.  
5. sep. kl. 18:00: Christianskirkjan, Klaksvík  
7. sep. kl. 19:00: Vesturkirkjan, Tórshavn 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo