Tórshavnar kommuna: Sjeyndu flokkarnir á Sankta Frans skúla luttaka í Nordplus-projektum.
Í hesum sambandi hava næmingarnir havt vitjan úr Estlandi og Letlandi.
Í gjár vitjaðu næmingarnir á Ráðhúsinum og á Reinsarínum, har trivnaðarstjórin og borgarstjórin vóru vertir.
Talan var um 10 næmingar og tríggjar lærarar úr Estlandi og 7 næmingar og tveir lærarar úr Letlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo