NORÐOYA SPARIKASSI: Fíggjareftirlitið var í mai í ár á eftirlitsvitjan í sambandi við mannagongdir sparikassans at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Í frágreiðingini frá vitjanini verður staðfest, at váðin fyri at sparikassin verður misnýttur til hvítvask og fígging av yvirgangi er á sama støði sum hjá øðrum peningastovnum, ið sparikassin kann sammetast við.
Harumframt staðfesti Fíggjareftirlitið, at sparikassin skal endurskoða váðameting og betra um politikkir og mannagongdir innan hvítvaskøkið.
Sparikassin tekur frágreiðingina til eftirtektar og ger neyðugar tillagingar.
Frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum ella hjá sparikassanum www.ns.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo