Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður hevur verið inni á gólvinum hjá nýsetta skúlastjóranum í Vestmanna skúla, Annu Mariu Reinert Jensen.
Hon fekk handað blómutyssi og landsstýrismaðurin ynskti henni góða eydnu við starvinum. Tey vóru runt á skúlanum, sóu umstøðurnar og hittu næmingar.
Landsstýrismaðurin hitti eisini Símun Abrahamsen, sum hevur verið virkandi varaskúlastjóri á skúlanum síðani í summar. Skjótt verður nýggjur varastjóri settur og landsstýrismaðurin takkaði Símuni fyri avrikið í Vestmanna skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo