Visit Faroe Islands hevur júst nú almannakunngjørt eina video sum verður nevnd Remote Tourism, har gesturin hevur møguleika at vitja Føroyar á netinum.
Visit Faroe Islands sigur, at henda nýskapanin, tann fyrsta av sínum slagi í heiminum, er sum eitt telduspæl, har gesturin sjálvur stýrur tí lokala føroyska ferðaleiðaranum, um áhugin er at vita meira um eitt ávíst stað. Gjørligt er eisini at fara ein túr uppfrá við tyrlu, so ávísa staðið sæst úr erva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo