Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Læru- og skúlafyrisitingarskipanin Vitanet verður sett í verk í fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu.

Á fundi í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar býráð einmælt at seta í verk læru- og skúlafyrisitingarkskipanina Vitanet í fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu.

Vitanet er ein sonevnd LMS-skipan (learning management system), ið m.a. inniheldur upplýsingar um skúlan, læraran, flokkin og næmingin. Allir viðkomandi áhugabólkar kunnu fylgja skúlagongdini hjá næminginum viðvíkjandi tímatalvu, skúlating/heimaarbeiði, uppmøting og talmetum (karakterir) vm.

Vitanet er ein skipan, ið P/F Elektron upprunaliga hevur ment fyri Mentamálaráðið. Í nøkur ár hevur nú fyrrverandi Tórshavnar Kommunuskúli roynt skipanina. Skipanin verður í løtuni fult íverksett í Skúlanum á Fløtum (áður Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli).

Sum liður í uppgávunum hjá Tórshavnar kommunu sbrt. fólkaskúlalógini at verða skúlamyndugleiki á staðnum, ynskir Tórshavnar kommuna í samstarvi við Mentamálaráðið í 2016 at fáa íverksett Vitanet í fólkaskúlunum í kommununi, næmingatalið er uml. 3.000.

Við at seta Vitanet í verk er ætlanin at hava góð, effektiv og nýmótans KT-amboð tøk til heim og skúla, ið ætlandi skal gera brúkið og umsitingina av hesum viðurskiftum smidliga og nýmótans. Ætlanin er komandi árini í stigum saman við P/F Elektron at menna skipanina við enn fleiri hentleikum. Eisini verður skipaður ein stýrisbólkur við umboðum fyri kommunu, skúlar og Nám.

Málið er, at allir teir stóru fólkaskúlarnir - t.e. Eysturskúlin, Skúlin við Løgmannabreyt, Hoyvíkar skúli, Skúlin á Argjahamri, Sankta Frans Skúli, Kollafjarðar Skúli, umframt Skúlan á Fløtum, hava íverksett Vitanet klárt at taka í nýtslu til skúlaárið 2016/17 og hinir koma við hareftir.

Málið hjá Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðnum er, at allir fólkaskúlar í Føroyum eisini fáa í boði og høvið at íverkseta Vitanet. Eisini er møguleiki fyri, at miðnámsskúlar koma við, um skipanin passar til teirra tørv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo