Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, har endamálið er at økja barsilshámarkið við 3000 kr. um mánaðin - tilsamans 36.000 kr um árið.
Umboðini hjá Javnaðarflokkinum, Framsókn og Tjóðveldi siga nei! Hett var sjón fyri søgn, tá samgongan feldi uppskotið í dag.
Samgongan kemur við óteljandi undanførslum, men hetta málið er sera einfalt:
Vil man bøta um fíggjarligu støðuna hjá barnafamiljum, tá tey skulu í barsilsfarloyvi?
Tað er greitt, at tað vilja tey í samgonguni ikki, nú málið bleiv felt.
Barsilsgrunnurin hevur nóg mikið av pengum til at økja hámarkið við 3000 kr. um mánaðin, men grunnurin má fáa loyvi til tess frá politisku skipanini. Tað er blivið upplýst, at sum støðan er, so er ráðiligt at hækka útgjaldið.
Tí hevur Fólkaflokkurin saman við flokkunum í andstøðuni lagt uppskotið fyri løgtingið, men umboðini hjá samgonguni siga nei.
Tey vilja halda fast við verandi hámark, ið hevur við sær, at samlaða inntøkan hjá barnafamiljunum lækkar, tá farið verður í barsil.
Vitsti tú av, at barsilshámarkið ikki er dagført síðani 2004?
Ímynda tær støðuna, um allar lønir og almannaveitingar vóru tær somu sum í 2004?
Tað hevði ikki verið haldbært fyri nakran.
Hví vil samgongan so halda fast í, at barsilshámarkið skal verða verandi tað sama sum í 2004?
Fólkaflokkurin fer framhaldandi at varpa ljós á mismunin, og tí verður uppskotið lagt fram aftur skjótast gjørligt.
Fólkaflokkurin
Jacob Vestergaard, Jørgen Niclasen, Beinir Johannesen, Árni Skaale, Bárður Á Lakjuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo