Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í eini roynd at fáa Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið aftur til samráðingarborðið, lýsa vit 24 tíma arbeiðssteðg mánadagin 7. juni kl. 7.00 til týsdagin 8. juni kl. 7.00, fyri allar limir í Føroya Pedagogfelag, ið starvast innan fólkaskúlan, forskúlar og frískúlar.

Ítøkiliga er talan um hesi støð:

- Námsfrøðiligir stuðlar í fólkaskúlanum
- Námsfrøðingar sum eru knýttir at serstovum í fólkaskúlanum
- Námsfrøðingar sum eru stuðlar í fólkaskúlanum
- Hjálparfólk sum eru stuðlar í fólkaskúlanum
- Námsfrøðingar í skúlanum á Trøðni
- Forskúlanámsfrøðingar
- Limir sum starvast í frískúlum

Búskaparráðið og serfrøðin, ið Landsstýrið sjálvt hevur valt, rópar varskó um, at ein hóttandi kreppa liggur fyri framman fyri okkara veikastu borgarum og børnunum.

Hetta átti at verið ræðandi fyri tey, ið sita við valdið. Men fyri okkum er tað bert ein váttan av tí, ið vit hava ávarað ímóti í nógv ár. Vit mugu fáa haldføri inn í skipanina.

Vit verða spurd, um vit kunnu loyva okkum at fara í verkfall í tí støðu landið er í. Tíanverri kunnu vit ikki loyva okkum at lata vera.

Vit taka samfelagsligt atlit við at royna at fáa menniskjaligt haldføri inn í skipanina, soleiðis, at tey veikastu og børnini eisini kunnu fáa nøktandi umstøður í framtíðini.

FØROYA PEDAGOGFELAG

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo