Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

…hmm…at hugsa hvat tú ger og sigur, átti at verið sjálvsagt…hvat tá…kortini er tað øvuta galdandi…samtíðin vil gera og siga, alt eftir hvørjar hugsanir miðlarnir bjóða fram… eins og vøru á hillum, har vit keypa inn… javnan eru tær so ógjøgnumskygdar sum tilvildin sjálv…hesar hugsanir…men tíðarmerktar kortini, prísmerktar og góðskumerktar… so eingin ivi skal vera um, hví, hvussu  og nær tær skulu brúkast…

…og ikki skortar útboðið heldur…umskiftiligt sum veðrið…tráligt sum vindurin…margtýriligt sum droparnir í regninum…

…miðlað hugsan er eitt sannkallað veldi…heilt øðrvísi enn sovjettsamveldið…tann tíð tað var…miðlað hugsan gevur ikki eittans í at velja…tvørturímóti…og tað sæst ikki síðst aftur hjá teimum, sum vilja lata seg velja og í sínum støðuvali líka skjótt kundu verið spastisk sum politisk …

…hinvegin er summ hugsan høgligari at velja enn onnur…íðan sæst og hoyrist hon…altíð til taks…ómakaleys…hjúklar um ta íbornu trongd at velja valleyst…velja uttan at ampast samvitskuliga…uttan at kenslan av at hoyra tí góða til fer at ridla…jú men tann trongdin eisini lokasteinurin í himmalboganum yvir hesi evstu, ovurbrúks-somu tíð…

…tíðliga í tretivuárunum gav týsktmælti rithøvundurin Robert Musil út bók sína um mannin við ongum dygdum (Ein Mann ohne Eigenschaften)…eitt meginverk í evropeiskum bókmentum…søgan fer fram árið undan fyrra heimsbardaga…í nítjan hundrað og trettan…tá sólin hjá eysturíkska-ungarska keisaraveldinum var farin at lækka… upp á sín samansetta…heldur víðsveimna… máta viðger bókin tað syndraða hugafar, sum rísur upp úr  undirgangi hins sjálvsagda…avleiðingarnar av at neyðhalda í tað tilvanda, tá øll dygd…allur stirðil… er likin úr tí…

…skuldi nú onkur í framtíðini…um eini tjúgu ár kanska… tikið sær fyri at skriva eina endatíðarlýsing í anda Musils um tjúguhundrað og tjúgu árini, kundi hon hóskandi verið um ein persón…ein miðstættarbornan brúkara…við ongum hugflogi…við ongum vilja til at hugsa tað hann ger og sigur longur enn tað, honum miðlast á tí sjónarmiðsmarknaði, har enntá sjálvið er valt so einstakliga fyri hann…tað má eita ódømi at kalla tað ósjálvvalt…har sorg og gleði…ilt og gott…kríggj og ítróttur…veðurlagsólíkindi og sangkappingar…fólkamorð og matgerðarsendingar eru mótpunkt í einum alsamt endurtiknum samljómi av hugna og bjálva og verja fyri valsins ólíðiligu plágu…so hví brýggja seg um undirgang hins sjálvsagda…ella hvørt miðlað hugsan skilvíst svarar saman við seg sjálva…ella veruleikan…?...

…og tað gevur at bíta í mun til mong stórmál í tíðini…ta naggatódn, sum komin er í tey…hóttafallið á veðurlagnum til dømis…ella russiska álopskríggið móti Ukraina…og ikki síðst henda ólukkuliga standin í Gasa…men tað helvitið á jørð byrjaði í miðlunum tann sjeynda oktober í fjør við yvirgangsatsóknini hjá Hamas… og hon skelkaði vituliga…sjálvandi mátti Ísrael verja seg fyri sovorðnari viðurstygd…og eftir miðlaðu umstøðunum ljóðaði hon ikki meir enn rímilig heldur, hevndin Netanyahu lovaði…men nú hevur hevnd sína egnu skilvísi, sama hvussu hon verður miðlað…og tað leið ikki langt um, so var ísraelska hevndin hitnað upp í okkurt í lítlum samsvari við tað, sum hevnt var fyri…við óbótagerðini sjeynda oktober sum niðurlagi hevur hevndin í allan vetur…alsamt hvøllari, alsamt frekari…skipað sítt blóðiga kvæði í miðlunum…og vit kvøðið uppi í… hyggjarar, lurtarar, lesarar…latið um okkum ganga…tí hevndin má sær jú ráða í guðs ella hvørs navni sum er…at fólk einki sekari í yvirganginum hjá Hamas enn vit sjálv, hvørki fáa grið ella frið í sínum egna landi…sjálvt ikki á sjúkrahúsum…men náðileyst verða dripin frá hendi, lamløstað, bumbað út úr heimum sínum, rikin á flótta, svølt í hundratúsundatali…í seks mánaðir hevur hetta staðið við og versnað…enn kvøða vit uppií og lata hevndina skipa…í teirri trúgv, at vit hugsa, tað vit gera og siga…enntá vit áttu at vita, at hevndin langt síðan er farin út um øll mørk fyri rímiligari hevnd, um nakað yvirhøvur kann eita so…vit dusa okkum í sama endurtikna samljómi…javna samvitskuna millum mótpunktini…mett, ballaði inn í tað sjálvsagda og kristiliga leys við alt órógvandi hugflog ógvast vit um ræðuleikarnar og lata tað krúpa hugnaliga kalt um kroppin, tá ein pyntiligur varaadmirálur av norskari ætt við síni ófrættafimu miðlatungu leggur okkum eina við, at eiga vatn og breyð inni upp á báðar vánir…og eyðvitað gera vit tað…orðaleyst…og hvør veit…kanska bata vatn og breyð líka væl við veðurlagið sum við russar og Putin…og tá eru ongar broytingar neyðugar… tá kunnu vit hóra áfram í tí treysti, at hóttafall aldri kemur á tað sjálvsagda…tíansheldur undirgangur…tí alt kann miðlast uppaftur í saman…sama munntami…somu hugsan…sama valið…

…á jú, vist eru vit signað…vit…tað ordiliga fólkið…  

…spyrst, so livst…

cjj

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo