Tórshavnar kommuna skipar fyri pallborsfundinum “Vit skulu liva væl og leingi” í kvøld 20. februar kl.19-21. Fundurin verður í Smæruni.
Tað er neyðugt at nýhugsa fyri at tryggja eldraøkið í framtíðini. Vit liva longri, og tí gerast fleiri eldri. Um somu leið økist eisini tørvurin á hjálp og umsorgan til aldrandi borgaran.
Á fundinum spyrja vit, hvussu vit best fyrireika okkum til framtíðar tørv og krøv á eldraøkinum:
• Hvussu menna vit eldraøkið soleiðis, at vit eisini í framtíðini kunna veita dygdargóða heildartænastu? Og hvussu tryggja vit støðuga tilgongd av heilsustarvsfólki?
• Í hvønn mun kann vælferðartøkni stuðla undir heilsu og umsorgan á eldraøkinum? Hvar gongur markið?
• Hvør er ábyrgdin hjá kommununi? Og hvørja ábyrgd hevur tann einstaki, tey avvarðandi og medmenniskjuni?
Orðstýrari hetta kvøldið verður Óluva Zachariasen, tíðindafólk.
Skrá
Kl. 19.00 Vælkomin Bergun Kass, forkvinna í Eldranevndini, Tórshavnar býráð
Kl. 19.10 Hvussu framtíðartryggja vit eina dygdargóða heilsu- og umsorganartænastu? Fyrilestur v/Eyðfríð L. Jacobsen, Heilsu- og umsorganarstjóra, Tórshavnar kommuna
Kl. 19.25 Framtíðarrák og vælferðartøkni Fyrilestur v/Jóannes Norðberg Poulsen, cand. scient í mannfrøði og tøkni
Kl.19.40 Hvørja styrki og hvønn leiklut hava sjálvboðin innan eldraøkið? Fyrilestur v/Niels Chr. Hansen og Charlotte Petersen frá FrivilligCenter for Seniorer í Århus
Kl.20.00 Spurningar og orðaskifti Við pallborðið sita: Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri í Tórshavnar kommunu, Jóannes Norðberg Poulsen, cand. scient í mannfrøði og tøkni, Jógvan D. Hansen, heimsspekingur og Katrin Holm, forkvinna í Eldraráðnum
Kl. 20.50 Samanumtøka Bergun Kass, forkvinna í Eldranevndini, Tórshavnar býráð
Kl. 21.00 Liðugt
Tiltakið er alment og verður í Smæruni, J. H. Schrøtersgøta 7. Tiltakið er ókeypis og tilmelding er ikki neyðug. Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo