Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vetni, ella Hydrogen er kemiska evni H2. Tað er so gott brennievni at tað tendrar av sær sjálvum.

Vatn er evni við samansetingini H2O, leiða vit streym ígjøgnum vatn fáa vit H2-vetni (hydrogen) og súrevni O2 (oxygen) burturúr.

Úr einum  litri av vatni fáa vit eini 3,6 kilowatttímar.

Vit tosa mest um at fáa elorkuna grøna, - ella at fáa hana frá varandi orkukeldum.

Nógv verður tosað um at fáa elbilar og um hvussu vit fáa upphiting av bygningum umhvørvisligari. Upphiting er stórur oljuslúkur. Og illa er bjálvað í meðal.

Tað er nýtslan á landið saman við motor-eli.

Skipaflotin brúkar eina øgiliga oljumongd!

Tað hoyra vit lítið og onki um.

Tøkni er tøk til at skifta yvir til vetni, ella hydrogen, eisini hjá skipum, fyri ikki at tala um bilar og upphiting.

Hvussu kunnu vit fáa gongd á vetnisframleiðslu?
Nógv hevur verið frammi um at ov nógv vindorka er við at koma í gongd soleiðis at SEV ikki megnar at brúka alt, og skipað er so fyri at SEV má gjalda fyri orku sum ikki verður brúkt í næstu framtið!

SEV sigur at tað kemur at kosta el-keyparunum!

Fyri at fáa goymt avlopsorkuna eru ætlanir um at sprongja fleiri 100.000 kubikkmetrar av kletti  inni í berginum undir Mýrunum og gera eina pumpuskipan sum fer at kosta eini kanska 1800 miljónir krónur, og arbeiði tekur eini átta ár.

Er hetta ikki alt ov nógv at brúka, nú beint aftaná at SEV hevur brúkt meiri enn túsund miljónir til motorverkið á Sundi?

Er ikki møguligt at brúka vetni sum orkubasseng í staðin fyri?        

Soleiðis kunnu vit fara spakuliga undir at fáa gjørt vetni til nógv endamál. Í fyrstu atløgu kann SEV-verkið á Sundi fara undir at kloyva vatn til súrevni og vetni og tað íð ikki verður brúkt aðrastaðni kann brúkast sum brennievni til motorar á verkinum.       

Soleiðis kunnu vit sleppa undan pumpuíløguni í Vestmanna.

Og SEV fær alla vindorkuna til høldar, og grøna motor-elorku.

Eisini kunnu vit leggja samfelagið um til at brúka vetni til upphiting, bilar og skip.

Byrjunarkapitalurin kann vera sparingin í Heygadali!

Vit kunnu gerast eitt vetnis-royndarsamfelag har altjóða stuðul og fígging kann veitast.

Men fyritreytin er at byggja vind- og sjómyllur.

Og eg haldi at vindmyllur mugu út á sjógv, tí tær prýða ikki okkara vøkru náttúru.

NØKUR  LYKLATØL
1 MW av vindorku kann framleiða 75.000 kg H2 um árið
Hesi geva aftur 4.500.000 kWh (kilowatttímar)
60 kWh á 0,20 kr. = 12 kr.  framleiða 1kilo H2  
1 kilo H2 gevur aftur 36 kWh
1 litur av vatni hevur í sær 108 gramm av H2
Herumframt fáa vit súrevni O2 sum eisini ger nyttu.

Í  2019 brúktu vit næstan 244.000 tons av olju
Tað er 732.000 tonsw av CO2 útláti
Umvegis vetni kunnu vit gerast orduliga GRØN!

Hanus Vang í Hoyvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo