Røðan hjá Jógvan Fríðrikson, biskupi, á 1. maidaghaldinum í Tórshavn:
Góðu verkafólk, kvinnur og menn! Góðu fundarfólk!
Tað er mær ein heiður at røða á arbeiðaradegnum eftir áheitan frá Havnar Arbeiðarafelag. Takk fyri møguleikan.
Onkur spyr kanska, hvat ein embætismaður veit um kor arbeiðaranna?
Svarað verður, at á hesum økinum eri eg kønur og havi góðar fortreytir at sammeta. Foreldrini vóru arbeiðarar. Onkur kallar tey ófaklærdir arbeiðarar, so eg kenni hesi viðurskifti innanífrá frá mínum uppvøkstri.
Annars er tað eitt niðrandi heiti at kalla fólk ófaklærd. Vit læra í verki og av royndum, hóast vit ikki hava prógvið í hondini sum orð ella tøl. Eitt prógv er gott, men tað sigur langt frá alt.
Harafturat kenni eg munin millum alment lønt og tey tímaløntu frá okkara egna húski og mínum hjúnafelaga. Tað tykist mær, at tað er ein heimur á muni millum kor teirra alment løntu og korini hjá tímaløntum arbeiðskvinnum og monnum.
Eitt samfelag við virðing fyri sær sjálvum eigur saman við arbeiðsmarknaðinum at seta sær ta høga mál, at munurin millum stættirnar við atliti á tí sosiala økinum minkar. Tey í tí almenna og privata geiranum mega verða javnsett og hava javnbjóðis skyldur, kor og rættindi.
Tað føroyska samfelagið byggir á fólkaræði, ið eftir mínum tykki er tann frægasta samfelagsskipanin millum fleiri møguligar. Vit hava í okkara liberala og sosiala kapitalistiska vælferðarsamfelag eftir mínum tykki 4 stættir: 1) tey múgvandi & tey vælhavandi & tey miðal ríku & og tey fátæku.
Tað bøtir valla um støðuna hjá verkafólki, um vit ikki hava dirvi at seta orð á og hyggja inn í føroyska veruleikan. At dvølja í hugmyndafrøði og droyma um sosialismu ella liberalismu í væl valdum orðum ger einans gjónna millum rík og fátæk størri, tí vit tosa uttanum.
Nú er stundin komin, at allir partar tala saman, so orðini verða umsett til veruleika. Vit mega umrøða tann føroyska veruleikan og ikki gloyma okkum burtur í ismum av ymiskum slagi eystanfyri ella vestanfyri. Vit búgva í Føroyum.
Vit mega tora at siga, at vit framhaldandi hava tørv á framskygni í vinnuni og dugnaligum vinnulívsfólkum, ið hava frælsi at virka undir tryggum skipaðum viðurskiftum. Tað er óverdugt at lasta kapitalin, tí vit liva í einum kapitalistiskum samfelag við sosialum medviti. Vit mega síggja veruleikan í eyguni og ikki droyma dreymar, sum um vit búðu í einum øðrum landi.
Avbjóðingin er ikki, at vit hava rík fólk í landinum. Á ein hátt eiga vit at fegnast um at so er. Fleiri teirra dugna samfelagnum, ítróttinum og felagsskapum. Persónliga havi eg einki ynski um, at tey ríku gerast færri í tali.
Hinvegin tykist mær, at talið av fátækum í landinum er alt ov stórt. Tað eru nógvir vegir til fátækt, t.d. tvørrandi heilsa, tað at mistrívast ella vanlagna. Tøl og hagfrøði eru góð og neyðug, men tey eru einans vegleiðandi og siga ikki allan sannleikan.
Fær út í samfelagið ella bið um loyva at trína inn í umstøður teirra fátæku, so sært tú eina mynd, sum tøl og hagfrøði ikki kunnu greina.
Hetta sá eg sum blaðungur í kreppuni í nítiárunum, tá eg av landsstýrinum var valdur í almenna nevnd, ið viðgjørdi sosialu vælveru føroyinga við atliti at teimum eldru og ellisárunum.
Ræðuleikarnar við atliti at lívskorum fólksins, ið eg hevði lisið um og sæð í sjónvarpinum frá eystanlondum og kommunistiskum einaræði, vóru sjónligir í mínum egna heimlandi.
Tað skal sigast, at tað, ið høgravend ella fasistisk stýri í vesturheiminum løgdu fyri dagin um sama mundið, var ikki smettin frægari.
Havi valt at tala yvirskipað og ikki alt ov ítøkiliga. Tað eru fakfeløgini og arbeiðsgevarin, ið skulu leggja lunnarnar undir teirra verki og samstarvi.
Men øll hava loyvi at hava sína hugsan og siga frá henni. Fari at siga nakað yvirskipað um arbeiði, løn og samleika. Loksins geri eg eitt stílbrot og verði ítøkiligur.
Orðafellið sigur, at arbeiðarin er løn sína verdur. Skiftandi tíðir hava víst, at hetta er ein partvísur sannleiki, tí summi tykjast minni verd enn onnur. Ikki minst tíðin við Covid 19 umtalaði fakbólkar sum hetjur, tí vit framhaldandi útintu tað arbeiðið, ið vit høvdu átikið okkum í friðartíð.
Satt at siga vóru nógvar hetjur á øllum plássum í samfelagnum undir Covid 19. Tað sama er dagin í dag. Vit eiga eina rúgvu av dugnaligum fólkum, ið samvitskufult gera ein megnar gerning.
Nakrar hetjur eru sjáldan og møguliga ongantíð nevndar. Tær eru arbeiðskvinnur og menn innan reingerð og sanitet. Sendingar í donskum sjónvarpi hava víst, at tað serliga á hesum øki er stórur smittuvandi enntá í spillvatninum. Eru tey ikki eina lønarhækkan verd? Tey arbeiddu júst har, ið reinføri var neyðugt, og smittan livdi.
Eitt annað áhugavert tema er, at arbeiðið staðfestir og greinar okkara samleika. Vit arbeiða í dag valla einans fyri at fáa breyð á borðið. Arbeiðið skal helst siga okkum eitthvørt, tí virðið av tí, ið vit gera, verður onkursvegna við til at staðfesta okkara samleika í tí almenna og borgarliga samfelagnum.
Nú nærkast vit einum keðiligum sannleika. Lønin sigur frá tí virði, ið lønmóttakarin er verdur. Tann tímalønti arbeiðarin, kvinna ella maður, er niðarlaga á lønarstiganum sammett við aðrar fakbólkar.
Eyðvitað kunnu vit grundgeva fyri einum ávísum lønarmuni t.d. útfrá útbúgving, longd av lærutíð, lestri og arbeiðsroyndum. Men munurin er bara himmal rópandi.
Nú vit innflyta fremmanda arbeiðsmegi, ið er kærkomin, mega vit ansa eftir, at vit í tí heimliga ikki bera okkum at sum koloniharrar. Vit mega ikki í egnum landi fara lætt um menniskjansliga vælveru og sømdirnar til verkafólk av fremmandum uppruna.
Tað er ikki rætt, at tey fremmandu verða viðfarin øðrvísi enn tann, ið er føddur ella uppvaksin í landinum. Her á landi eiga øll at verða væl viðfarin á jøvnum føti við atliti at sáttmálaløn og menniskjansligari viðferð og vælveru.
Skal samfelagsskipanin í einum fólkaræðisligum liberalt sosialum kapitalistiskum vælferðarsamfelag vera nøktandi, er tað neyðugt, at solidaritetur er ímillum teir 4 umrøddu stættirnar:
- so at tey fáu fáa ein rímiligan ágóða av tí nógva, fjøldin avrikar.
- so at tey nógvu fáa ein munandi ágóða av tí, tey fáu skipa fyri og skapa
- at samfelagið heldur hond um og javnsetur borgarar landsins.
Fari at takka fyri meg við hesari persónligu heilsan til almenna og privata geiran:
Arbeiðarafjøldin hevur uppiborið:
- eina væl hægri løn enn nú.
- eina góða pensjón.
- meira frítíð uttan lønarmiss.
Takk fyri!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo