Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Altjóða kvinnudagur er í dag og minnir okkum á, at tað á so nógvum økjum framvegis ikki eru nøktandi viðurskifti fyri kvinnur – hvørki hjá okkum ella í altjóða høpi.

Kvinnurættindi eru meira enn bara javnrættindi. Um vit hyggja eftir heilsuøkinum, so hevur hugtakið kvinnuheilsa ikki verið nógv á breddanum her hjá okkum. Øðrvísi er í fleiri av okkara grannalondum, sum hava gjørt meira burtur úr hesum, og er tað í ávísan mun eydnast at bøta um korini hjá kvinnum í mun til heilsu.

Kvinnuheilsa snýr seg fyrst og fremst um tann partin av kroppi og sinni, sum er serlig - ella bara rakar kvinnur. Tað snýr seg eisini um hvussu kvinnukroppurin starvar annarleiðis enn manskroppurin.

Eisini snýr tað seg um, at tær sjúkur, sum raka bæði kvinnur og menn, ofta kunnu vísa seg ymiskt hjá kynunum. Tað er ein sannroynd, at ein stórur partur av granskingini er gjørd við monnum, sum hevur við sær, at kunnleiki og viðgerð til ymsar sjúkur ofta snúgva seg um, hvussu menn hava tað og hvussu menn verða best viðgjørdir.

Av hesum kemst so, at kvinnur á fleiri økjum verða viðgjørdar, sum vóru tær menn.

Kvinnur fáa viðgerð sum vóru tær menn
Eitt dømi eru hjartasjúkur, sum ofta vísa seg ymiskt hjá kvinnum og monnum. Kanningar aðrastaðni hava víst, at kvinnurnar ofta ikki vóru greiðar yvir, at tær høvdu hjartatrupulleikar, tí sjúkutekinini vóru so øðrvísi.

Kvinnukroppurin ávirkast øðrvísi av hormonum, og tí krevst ofta, at viðgerðin verður tillagað til tann kvinnuliga syklus. Eitt nú í samband við viðgerð fyri ADHD, har tað bæði vísir seg, at tekini hjá kvinnum eru annarleiðis, og at neyðugt er at laga heilivágsviðgerðina eftir syklus.

Eitt annað er, at kvinnur liva longri enn menn og koma tí í ávísan mun, at hava fleiri aldurstengdar sjúkur. At kvinnur liva longri, hevur bæði nakað við lívfrøði at gera, men eisini, at kvinnur liva øðrvísi. Vanliga verður sagt, at kvinnur eru betri til at ansa eftir sær og fara oftari til lækna.

Sum heild hevur verið hildið, at kvinnur hava livað sunnari enn menn. Tær royktu og drukku munandi minni, men har eru kvinnur við at hála inn! Vit vita aðrastaðni frá, at kvinnur eru oftari sjúkrameldaðar enn menn, og kunnu tað verða nógvar orsøkir til hetta.

Summar serligar kvinnusjúkur, eitt nú endometriosa, verður lítið tosað um. Kunnleikin til tær er so avmarkaður, at nógv ikki vita hvat tað er og tí ikki søkja sær neyðugu hjálpina. Haraftrat er granskingin á økinum avmarkað, sum aftur avmarkar viðgerðarmøguleikarnar.

Tað eru tó fleiri batar at síggja. Á summum økjum við serligum kvinnusjúkum er tíbetur sett inn við uppsporandi kanningum, eitt nú við lívmóðurhálskrabba- og bróstkrabbascreening, sum hevur bøtt munandi um fylgjurnar av hesum sjúkum. Helst eiga vit at víðka um hesar, so fleiri fáa tilboðið.

Kvinnudagurin er eitt gott høvi at dvølja eitt sindur við rættin hjá kvinnum til javnbjóðis heilsuviðgerð, sum tekur hædd fyri, at tað er munur á kvinnum og monnum. Hetta bæði við, at raðfestingarnar í mun til gransking eisini eiga at avspegla hetta, og at kunnleikastøðið til hetta verður økt millum fólk, - leikfólk og fakfólk.

Vit mugu seta kvinnuheilsuna á breddan!

Góðan kvinnudag 24!

Margit Stórá, landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo